Upptøkur í svarta kassanum vátta illgruna

Upptøkur í svarta kassanum vátta illgruna
Upptøkurnar í tí seinna svarta kassanum, ið varð funnin skírisdag, vátta, at stýrimaðurin fleyg tey 150 fólkini í deyðan við beráddum huga
Stýrimaðurin fleyg tey 150 fólkini í deyðan við beráddum huga, sigur franski ákærumyndugleikin, eftir at tann seinni svarti kassin varð funnin skírisdag
Mynd: AP  
 
03.04.2015 - 12:18

Óhugnaligi illgrunin hjá franska ákæruvaldinum er nú váttaður, eftir at tann seinni svarti kassin í Germanwings flogfarinum, ið datt niður 24. mars, er funnin.

Andreas Lubitz, ið var stýrimaður á túrinum úr Barcelona í Spania til Düsseldorf í Týsklandi, stýrdi flogfarið í eitt berg har suðuri í fronsku Alpunum við beráddum huga.

Tað er niðurstøðan hjá franska ákæruvaldinum, ið longu hevur rannsakað upptøkurnar í tí seinna svarta kassanum, ið varð funnin í gjár, skírisdag.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Upptøkurnar vísa, at stýrimaðurin við sjálvstýraranum fleyg fólkini í deyðan. Harumframt broytti stýrimaðurin sjálvstýraran fleiri ferðir, so ferðin øktist, siga kanningarfólk sambært BBC.

Í svarta kassanum, ið varð funnin í gjár, er skrásett, hvørja kós flogfarið hevði og upplýsingar um hæddina. Harumframt er eisini skrásett, hvørjar knøttar trýst varð á áðrenn flogfarið brast í bergið.

Umleið 500 fólk arbeiða við at eyðmerkja líkini, og at fáa endaliga greiðu á, hví stýrimaðurin valdi at stoyta Germanwings flogfarið niður í Alpurnar har suðuri í Fraklandi 24. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128