- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heitasta ársbyrjanin nakrantíð
Ongantíð áður hevur ein ársbyrjan verið so heit sum tríggir teir fyrstu mánaðirnir í ár hava verið. Tað vísa nýggj tøl, ið NASA hevur skrásett.
Miðalhitin í øllum heiminum í januar og februar var 0,45 stig hægri enn sammett við 2014, staðfesta nýggju veðurhagtølini sambært Updraft.
Greinin heldur fram niðanfyri
Jan, Feb & Mar of 2015 were the warmest start to any year on record according to NASA: http://t.co/igKFrDZOpL Jo pic.twitter.com/M4iClYAEAK
— BBC Weather (@bbcweather) April 16, 2015
Somuleiðis verður mett, at sannlíkindini - fyri at 2015 verður tað heitasta árið higartil í øllum heiminum - vaksa, skrivar veðursíðan, Climate Progress, á netinum.
Veðurhagtølini, ið miðalhitin í øllum heiminum verður roknaður út eftir, strekkja seg heilt aftur til 1880, sambært dátugrunninum hjá NASA.