Umrøða møguleikan at oyðileggja bátarnar

Umrøða møguleikan at oyðileggja bátarnar
ES leiðararnir fara í dag at umrøða, hvat kann gerast, eftir at 1.000 flóttafólk eru druknað seinastu vikurnar, og 10.000 onnur eru bjargað
Seinastu vikurnar hava 1.000 flóttafólk latið lív í Miðjarðarhavinum. ES leiðarar hittast aftur í dag at umrøða eina varandi loysn
Mynd: AP  
 
23.04.2015 - 12:10

Løgmálaráðharrarnir, uttanríkisráðharrarnir og forsætisráðharrarnir fara í dag at viðgera støðuna, eftir at fleiri hundrað flóttafólk eru druknað í Miðjarðarhavinum.

Leiðararnir fara at umrøða, hvat kann gerast, eftir at fleiri 10.000 enn flóttafólk herfyri vórðu bjargað úr sjónum í havinum millum Italia og Libia eftir bert einari viku.

ES forsetin, Donald Tusk, heitir á leiðararnar úr teimum 28 londunum um at finna eina varandi loysn á trupulleikanum við flóttafólkunum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Kjarnin í ætlanini verður at tæga sundur kervið av fólki í Libia, ið arbeiða við mannasmugling, og at oyðileggja bátarnar, fyri at steðga flóttafólkstreyminum til Evropa.

Í løtuni verður arbeitt við eini ætlan at hýsa 5.000 flóttafólkum ymsa aðrastaðni í Evropa, siga embætisfólk í ES sambært tíðindastovuni, Associated Press.

219.000 flóttafólk fóru um havið í 2014, og í minsta lagi 3.500 druknaðu, sambært tølum hjá Sameindum tjóðum. Bert seinastu vikurnar hava 1.000 flóttafólk latið lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155