Mæla til at endurskoða skipanina

Mæla til at endurskoða skipanina
Í staðin fyri at hækka inngjaldið til Heilsutrygd eigur skipanin at verða endurskoðað, halda Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin
Skipanin við Heilsutrygd eigur at verða endurskoðað heldur enn at inngjaldið verður hækkað, halda Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin
 
13.05.2015 - 10:10

Sirið Stenberg, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam, sum eru í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, siga, at Heilsutrygd eigur at verða eftirmett. Seinastu árini er inngjaldið hækkað fleiri ferðir.

Tingkvinnurnar halda, at inntøkur eiga at verða stýrdar við progressivari skattaskipan, og ikki við at broyta gjøld fyri tænastur. Tær mæla frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Í staðin fyri mæla tær til at málið verður lagt fram aftur á ólavsøku, tá tað er betur lýst og hevur verið til hoyringar. Uppskotið er at hækka fasta inngjaldið til Heilsutrygd 1. juni úr 160 upp í 170 kr.

1. januar næsta ár lækkar gjaldið aftur niður í 165 krónur, samstundis sum kravd verða 0,60 prosent í staðin fyri 0,55 prosent av inntøkuni hjá fólki. Uppskotið verður ivaleyst samtykt í løgtinginum, tí samgongan tekur undir við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542