ST: Miljónir av fólkum líða í stríðnum í Ukraina

ST: Miljónir av fólkum líða í stríðnum í Ukraina
Stríðið í Eysturukraina er álvara kyknað aftur, og higartil hava yvir 6.500 fólk latið lív, upplýsir ST
 
02.06.2015 - 09:15

Vápnahvíldin sum varð gjørd í februar, verður brotin í heilum, og skotið verður eftir økjum, har sivilfólk búgva, stendur í nýggjastu frágreiðingini hjá ST.

Umframt tey nógvu sum hava latið lív, eru minst 16.000 fólk særd í krígnum, upplýsir ST.

- Metingin er varin og støðan kann vera nógv verri, sigur ST.

Flóttafólk í egnum landi
Fyrrverandi forsetin í Ukraina, Viktor Jusjtsjenko, segði herfyri við norsku tíðindastovuna, NTB, at minst 10.000 fólk hava latið lív í krígnum.
Í frágreiðingini hjá ST verður sagt, at fimm milliónir fólk eru merkt av krígnum, og at 1,2 milliónir fólk eru flóttafólk í egnum landi.
Eftir stjórnarskiftið í Kiev í fjør, tóku russiskt sinnaðar deildir valdið í eystara partinum av landinum, og deildirnar hava ræðið á landspørtunum Luhansk og Donetsk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847