Noreg útflytur nógv minni fisk til Grikkalands

Noreg útflytur nógv minni fisk til Grikkalands
Kreppan í Grikkalandi hevur havt við sær, at útflutningurin av fiskavørum úr Noregi til Grikkalands mestsum er hildin uppat
 
21.07.2015 - 13:35

Sum støðan er, mugu pengar ikki flytast úr Grikkalandi, og tað merkir, at grikskir innflytarar ikki fáa goldið fyri vørurnar - í hesum føri fyri norskan fisk.

Fram til juni mánað í ár var útflutningurin av fiskavørum til Grikkalands 8.200 tons. Tað er ein minking uppá 20 prosent í mun til somu tíð í fjør, verður sagt.

Og tað var 1. juli, tá Grikkaland ikki rindaði altjóða valutagrunninum IMF eitt lán, at trupulleikarnir av álvara byrjaðu.

Laksur, saltfiskur framleiddur úr toski og longu, fiskamjøl og lýsi eru størstu vørubólkarnir, tá talan er um norskan útflutning til Grikkalands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558