Leita eftir horvnum flogfari á franskari oyggj

Leita eftir horvnum flogfari á franskari oyggj
Fronsku myndugleikarnir seta nú leiting í verk á oynni, Reunion, í vónini at finna vraklutir, ið stava frá horvna MH370 flogfarinum
Fronsku myndugleikarnir siga nú, at leitingin eftir MH370 flogfarinum, ið hvarv sum døgg fyri sólini 8. mars í fjør, nú verður tikin uppaftur við fronsku oynna, Reunion
Mynd: AP  
 
07.08.2015 - 11:14

Myndugleikarnir í Fraklandi seta nú nýggja leiting í verk í luftini, á sjónum og á landi, í vónini um at finna enn fleiri vraklutir frá MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, skrivar BBC.

Fronsku myndugleikarnir seta leitingina í verk, eftir at malaysisku myndugleikarnir hósdagin søgdu, at ein vraklutur, ið stavar frá MH370, varð funnin á fronsku oynni, Reunion.

Greinin heldur fram niðanfyri

Í løtuni eru kortini mótstríðandi upplýsingar um, hvørt vrakluturin, ið varð funnin í seinastu viku, veruliga stavar frá horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines.

Malaysisku myndugleikarnir siga, talan er um ein vraklut frá MH370 flogfarinum. Hinvegin siga fronsku myndugleikarnir, at tað ikki er váttað, at vrakluturin er frá flogfarinum.

Avvarðandi hjá teimum 239 fólkunum, ið lótu lív í flogvanlukkuni, eru ørkymlað og óð um mótstríðandi upplýsingarnar, skrivar tíðindastovan, AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. mars
Vikuskiftið 7. mars 2025
188837
Fríggjadag 7. mars
Morgunlestur fríggjadagur 7. mars 2025
188662
Hósdag 6. mars
RagnarRokk 6.mars 2025
187255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766