Steðgar í Føroyum: Heimin runt í pinkuflogfari

Steðgar í Føroyum: Heimin runt í pinkuflogfari
Hann ætlar sær at gerast tann fyrsti, ið hevur flogið allan heimin runt í einum pinkuflogfari. Fríggjakvøldið lendi hann á flogvøllinum í Vágum
Fríggjakvøldið lendi norðurírin, Norman Surplus, í Vágum við hesum pinku flogfarinum. Hann ætlar sær at verða tann fyrsti, sum hevur flogið runt allan heimin í einum pinkuflogfari
Mynd: Rannvá Joensen  
 
08.08.2015 - 14:46

Hon hevur longu verið drúgv, og er ikki liðug enn - ferðin hjá norðuríranum, Norman Surplus, í pinkuflogfarinum, sum fór á flog fyri fimm árum síðani, í 2010.

Norman Surplus hevur á ferðini runt heimin verið í 23 londum, og tá hann hevur nátt málinum, hevur hann tilsamans verið í 26 londum við pinkuflogfarinum hjá sær.

Fríggjakvøldið lendi hann í Vága floghavn, eftir at hava flogið úr Íslandi til Føroyar. Ein túrur sum tók honum útivið fimm tímar í lítla, gula flogfarinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Soleiðis sær pinkuflogfarið hjá Norman Surplus út

- Eg geri hetta fyri at varpa ljós á krabbamein, sum eg sjálvur fekk í 2003. Tá søgdu læknarnir, at eg bert hevði 40 prosent sannlíkindi at liva í hálvt annað ár, sigur Norman Surplus.

Ein onnur orsøk, at hann flýgur heimin runt í flogfarinum, er eisini fyri at prógva, at tað væl ber til at flúgva heimin runt í einum so lítlum flogfari, ið ikki er nógv størri enn ein motorsúkkla.

Tryggari enn vanlig flogfør

At flogfarið hjá Norman Surplus ikki er nógv størri enn ein motorsúkkla, merkir ikki, at flogfarið er ótrygt at flúgva í - tvørturímóti, sigur hann.

- Flogfarið hjá mær klárar seg betur enn vanlig flogfør, tá floglíkindini eru vánalig. Flogfarið eisini tryggari enn vanlig flogfør, tá nógvur vindur er, sigur Norman Surplus.

Pinkuflogfarið kann flúgva meira enn 900 kilometrar í einum, og flýgur vanliga í eini hædd, sum er millum 300 og 3.000 metrar - alt eftir, hvussu høg fjøllini eru.

Fólk halda, hann er komin illa fyri

Allastaðni, hann er komin á ferðini, tykjast fólk taka synd í honum, og halda, at hann hevur tørv á hjálp, tá fólk síggja pinkuflogfarið, hann brúkar á ferðini runt heimin.

- Hasin hevur uttan iva brúk fyri hjálp, siga fólk vanliga, tá eg komi til nýggj lond. Fólk eru tí eisini sera hjálpsom og fitt, sigur, Norman Surplus, nú hann steðgar nakrar dagar í Føroyum.

Viðrar, fer Norman Surplus úr Føroyum aftur einaferð í næstu viku í royndini at seta met sum tann fyrsti, ið hevur flogið heimin runt í einum pinkuflogfari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107