Tvey fólk dripin í IKEA-vøruhúsi

Tvey fólk dripin í IKEA-vøruhúsi
Ein kvinna og ein maður eru dripin við knívi í einum vøruhúsi hjá IKEA í Västerås. Løgreglan hevur handtikið ein mann eftir drápini
Tvey fólk eru dripin og eitt annað er sært í einum vøruhúsi hjá IKEA í Västerås í Svøríki, slakar 100 kilometrar í útnyrðing úr Stokkhólmi
Mynd: AP  
 
10.08.2015 - 15:28

Eitt stórt løgregluátak fer í løtuni fram í vøruhúsinum hjá IKEA í Västerås, slakar 100 kilometrar í útnyrðing úr Stokkhólmi, skrivar DR.

- Ein kvinna og ein maður eru deyð av løstunum, tey fingu, sigur løgreglan í Svøríki, sambært BBC, eftir at fleiri fólk eru stungin í einum vøruhúsi hjá IKEA í Västerås.

Greinin heldur fram niðanfyri

Eitt fólk er handtikið fyri drápini í vøruhúsinum hjá IKEA í Västerås, men løgreglan útihýsir ikki, at fleiri gerningsmenn kunnu vera, sigur svenska løgreglan sambært expressen.se

Fólkini, ið vórðu stungin, vóru stødd í køks-deildini í vøruhúsinum hjá IKEA, tá ein maður við knívi leyp á og stakk tey eftir døgverða í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425