13 ára fongsulsrevsing fyri drápið í Hvalba

13 ára fongsulsrevsing fyri drápið í Hvalba
24 ára gamli Gudmund Olgar Trúgvason var í kvøld dømdur 13 ára fongsulsrevsing fyri at hava dripið 36 ára gamla Hjalmar Holm í Hvalba í fjør
 
19.08.2015 - 18:19

Ógvusliga drápið, sum varð framt á 36 ára gamla Hjalmar Holm í einum húsum í Hvalba í fjør, endaði í dag, tá 24 ára gamli Gudmund Trúgvason varð dømdur 13 ára fongsulsrevsing fyri drápið. Har vóru ongar linnandi umstøður. 

Gudmund Trúgvason hevði játtað seg sekan í manndrápi, áðrenn dómur fall í kvøld. 

Bæði yvirlæknin á Psykiatriska deplinum, sum mentalkannaði Gudmund Trúgvason, og danska rættarlæknaráðið eru samd um, at hann er ikki sinnissjúkur, og var tað heldur, tá hann stakk tann sovandi Hjalmar Holm 12 ferðir í hálsin og í ovara part av bringuni.

Visti ikki hví hann drap

Gudmund Trúgvason segði í rættinum í dag, at hann visti ikki, hví hann drap Hjalmar Holm. Hann kendi ikki Hjalmar Holm og kom av tilvild inn í kamarið, har Hjalmar Holm lá og svav. 

Hann vakti Hjalmar Holm, fyri at spyrja hann um sigarettir, men hesin svaraði bara nei.

Síðani fór hann oman aftur í køkin at leita eftir sigarettum.

Óprovokerað dráp

Meðan hann leitar sær hann ein køksknív, sum hann tekur og fer upp aftur á aðru hædd, har hann, sum hann segði, óprovokeraður stakk tann sovandi Hjalmar Holm eftir at hava roynt at vakt hann.

Blaðið á knívunum var 20 sentimetrar og hálvan fimta sentimetur breitt, har sum tað var breiðast. 

Síðani vaskaði Gudmundur Trúgvason sær um hendurnar, hann vaskaði eisini knívin og legði hann á køksborðið, áðrenn hann fór til hús.

Goymdi seg í haganum

Eftir stuttan stegð heima fór hann niðan í hagan, har sum hann legði seg at sova aftan fyri stein.

Pápi hansara fann Gudmund Trúgvason við grótbrotið í Hvalba, og hann fekk tá at vita frá soninum, at hann hevði dripið ein mann, sum hann ikki vísti, hvør var.

Pápin ringdi til Alarmsentralin. Tá var klokkan eitt korter til tólv fyrrapartin leygardagin 9.august í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112