Facebook sett met: Ein milliard brúkarar sama dag

Facebook sett met: Ein milliard brúkarar sama dag
Facebook setti met fyrr í hesi vikuni, tá ein heil milliard fólk, ella sjeyndi hvør heimsborgari brúkti facebook innan fyri eitt samdøgur
Sosiali miðilin, Facebook, fór mánadagin um ein hornastein, tá ein milliard brúkarar høvdu brúkt Facebook eftir einum samdøguri
 
28.08.2015 - 09:20

- Hetta er ein varði á vegnum. Mánadagin brúkti sjeynda hvørt menniskja á jørðini Facebook fyri at koma í samband við familju og vinir, skrivar Facebook-stjórin, Mark Zuckerberg í sínu egnu støðudagføring.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

We made this video to celebrate all you've done to help our community connect one billion people in a single day. It's an amazing milestone. I hope you enjoy.

Posted by Mark Zuckerberg on 27. august 2015

Mark Zuckerberg vónar, at ein dag verða øll menniskja á jørð bundin saman á Facebook. Í juli vóru tilsamans 1,49 milliardir brúkarar skrásettir á Facebok.

Bróðurparturin av teimum fólkunum brúka Facebook dagliga. Í juli mánaði vóru 968 milliónir brúkarar í miðal um dagin á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523