Var farin undir heilt - nú gevur hon ljóð frá sær

Var farin undir heilt - nú gevur hon ljóð frá sær
Tað hevur ikki borið til hjá fjølmiðlunum at fáa fatur á henni í fleiri dagar - Anniku Olsen. Nú hevur hon givið ljóð frá sær á sosialum miðli
Annika Olsen, ið var farin undir heilt, boðar nú frá á sosiala miðlinum, Facebook, at hon stillar upp til samrøðu um nakrar dagar
 
23.09.2015 - 12:25

Annika Olsen, uttanflokka tingkvinna, gevur nú til kennar, at hon er á veg afturíaftur, eftir at tað ikki hevur borið til at fáa fatur á henni síðani vikuskiftið.

Annika Olsen fór undir heilt, tá hon í tíðindaskrivi sunnukvøldið bæði tók seg úr Framsókn og úr formanssessinum í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

Segði seg vera undir stórum trýsti

Í tíðindaskrivinum skrivaði Annika Olsen, at hon seinastu dagarnar hevði verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti.

Hon ásannaði í sama viðfangi, at avgerðirnar at lima seg inn í Framsókn og lata seg velja til formann í fíggjarnevndini ikki vóru rættar.

Síðani tá hava fjølmiðlar og onnur til fánýtis roynt at fáa Anniku Olsen at útgreina tað, ið hon førdi fram í tíðindaskrivinum, ið varð sent út um vikuskiftið.

Hevur givið ljóð frá sær á Facebook

Í fráboðan á Facebook fyrrapartin skrivar Annika Olsen, at hon stillar upp til samrøðu, tá hon kemur aftur um nakrar dagar.

- Eg veit, at miðlar og onnur sita við nógvum spurningum eftir tað, sum er hent, og royna at seta søguna saman. Eg lovi at gera samrøðu, tá eg komi aftur um nakrar dagar, so svar fæst á flestu spurningar, skrivar Annika Olsen.

Víðari skrivar løgtingskvinnan í fráboðanini á Facebook, at beint nú og í nakrar dagar vil hon hugsavna seg um sína familju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666