Flogfar mátti neyðlenda tá flogskiparin doyði

Flogfar mátti neyðlenda tá flogskiparin doyði
Annarflogskiparin á einum flogfari hjá American Airlines varð noyddur at neyðlenda eitt flogfar, tá flogskiparin doyði við róðrið
Eitt flogfar hjá American Airlines mátti mánadagin neyðlenda í New York, tá flogskiparin brádliga doyði, og annarflogskiparin mátti taka róðrið
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.10.2015 - 10:54

Eitt amerikanskt ferðafólkaflogfar varð í gjár noytt at neyðlenda í New York, eftir at flogskiparin brádliga doyði, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Flogfarið var á veg úr Phoenix í Arizona til Boston, Massachusets, tá annarflogskiparin boðaði flogfyriskiparum á jørðini frá, at flogskiparin var deyður.

Lívið hjá flogskiparanum stóð ikki til at bjarga

Ein flogterna, ið eisini er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, gav flogskiparanum fyrstuhjálp og royndi at fáa lív í hann aftur, men lívið hjá flogskiparanum stóð ikki til at bjarga.

Tey 147 ferðafólkini fingu ikki at vita beinanvegin, at orsøkin - at flogfarið brádliga setti seg í New York - var, at flogskiparin var deyður, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.

Tað var ikki fyrr enn nýggj flogmanning kom umborð í flogfarið hjá American Airlinews, at ferðafólkini fingu at vita, at flogskiparin var deyður brádliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766