Svøríki revsar yvirgang

Svøríki revsar yvirgang
Tveir svenskir ríkisborgarar, ið vóru við til at skera tveir mans á háls í Sýria fyri tveimum árum síðani, eru stevndir fyri rættin í Svøríki
Svenska løgreglan vil vera við, at tveir svenskir ríkisborgarar vóru við til at skera tveir mans á háls í Sýria fyri tveimum árum síðani. Teir báðir ríkisborgararnir eru stevndir fyri rættin í Svøríki
Mynd: Savnsmynd/sxc.hu  
 
24.11.2015 - 11:31

Svenska løgreglan vil vera við, at tveir svenskir ríkisborgarar vóru við til at skera tveir mans á háls í Sýria fyri tveimum árum síðani. Teir báðir ríkisborgararnir eru stevndir fyri rættin í Svøríki.

Menninir sum eru 30 og 32 ára gamlir, nokta seg sekar. Teir vórðu tiknir í juli, men tað eydnaðist tí triðja at sleppa til rýmingar. Hann er nú eftirlýstur kring heimin.

Hildið verður, at maðurin, ið slapp til rýmingar, er í Miðeystri. Málið kom undan kavi, tá svenska løgreglan kannaði íbúðina hjá tí 30 ára gamla manninum, í einum øðrum máli.

Geymi avdúkaði menninar

Undir húsarannsóknini fann løgreglan ein sonevndan usb-lykil, og tá hann varð kannaður, vóru myndir av monnunum, tá teir avrættaðu tveir mans í Aleppo í Sýria. Á geymanum vóru bæði myndir og sjónvarpsupptøka.

Svenska løgreglan sigur seg vera sannførda um, at teir báðir svensku ríkisborgararnir vóru teir sum avrættaðu menninar, tí teir tosaði svenskt sínámillum, meðan hendingin fór fram.

Teir fegnaðust eisini, tá avrættingin var av. Svenska ákæruvaldið sigur, at geymin verður nýttur sum prógv í málinum. Teir báðir menninir eru ákærdir fyri yvirgang, brotsverk ímóti mannaættini og fyri morð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632