Bretland hevur bumbað Islamiskan Stat í nátt

Bretland hevur bumbað Islamiskan Stat í nátt
Bretsk flogfør hava í nátt bumbað mál hjá Islamskum Stati í Sýria. Bretar hava frammanundan bumbað mál hjá IS í Irak í meiri enn eitt ár
David Cameron, bretskur forsætisráðharri, á vitjan hjá Royal Air Force í Northolt í London, áðrenn hann mánadagin í seinastu viku legði hernaðarligu ætlanirnar fyri parlamentinum
Mynd: AP  
 
03.12.2015 - 11:56

Bretsk flogfør hava í nátt bumbað mál hjá Islamskum Stati í Sýria. Parlamentið í London samtykti í gjárkvøldið at heimila herinum at bumba við flogførum í Sýria.

Bretskar deildir hava bumbað IS í Irak í meiri enn eitt ár, og David Cameron, forsætisráðharri, hevur leingi lagt trýst á politikararnar í parlamentinum um eisini at fáa heimild at bumba í Sýria.

Islamskur statur hevur átikið sær skyldina fyri yvirgangsatsóknina í París 13. november, sum kravdi 130 mannalív.

Cameron leggur dent á, at bumbur einsamallar loysa ikki borgarakríggið í Sýria, sum hevur vart í fimm ár. Men loftálop fara sum frálíður at týna Islamskan Stat, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425