Front National vinnur fram

Front National vinnur fram
Høgra-sinnaði tjóðskaparflokkurin hjá Marine Le Pen stendur til at vinna stórsigur á landspartavalinum í Fraklandi í dag.
 
06.12.2015 - 13:16

Val er í Fraklandi í dag. Valið í er fyrra av tveimum valumførum og høgra-sinnaði tjóðskaparflokkurin Front National stendur til at vinna stórsigur.

Teir flokkar, sum standa seg best í dag, sleppa víðari til seinna valumfar um eina viku, 13.desember.

Sambært veljarakanningunum kemur Front National víðari til annað valumfar í 12 av teimum 13 landspørtunum. 

Floksforkvinnan, Marine Le Pen, stendur til at vinna valið í einum landsparti har norðuri í Fraklandi, meðan bróður- ella systurdóttir hennara stendur til at vinna valið í landsparti har suðuri í landinum. 

Landspartavalið í Fraklandi verður hildið góðar tríggjar vikur eftir stóru yvirgangsatsóknina í Paris, fríggjakvøldið 13. november. Atsókning verður av fleiri mett at hava givið Front National vind í seglini.

Í veljarakanningunum stendur flokkurin hjá Marine Le Pen, Front National, samanlagt til at fáa okkurt um 30 prosent av atkvøðunum í teimum 13 landspørtunum. Í onkrum landspørtum fær flokkurin upp í 40 prosent av atkvøðunum, sambært veljarakanningunum.

Tað ger forkvinnuna í høgrasinnaða tjóðskaparflokkinum til eitt sera gott boð uppá eitt komandi forsetavalevni, tá forsetaval verður aftur í Fraklandi í 2017. 

Okkurt um 44 milliónir fransmenn hava valrætt á landspartavalinum ídag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425