- Grønlendingar sjálvir ábyrgd fyri vøkstrinum

- Grønlendingar sjálvir ábyrgd fyri vøkstrinum
Tað er ábyrgdin hjá grønlendingum sjálvum at skapa vøkstur og at útvega fleiri arbeiðspláss í Grønlandi, heldur danski forsætisráðharrin
Tað er ábyrgdin hjá grønlendingum sjálvum at skapa vøkstur í landinum, sigur danski forsætisráðharrin. Myndin er tikin á ríkisfundinum fyrradagin
Mynd: KvF/Kaj Joensen  
 
16.12.2015 - 15:55

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, svaraði einum fyrispurningi frá Aaju Chemnitz Larsen, fólkatingsvinnu fyri IA. Hon vísti á, at Vinstra-stjórnin nevnir ikki Grønland við einum orði í stjórnargrundarlagnum.

- Grønlendingar hava ein sjálvstýrisskipan, og tí er tað ábyrgdin hjá grønlendingum sjálvum at gera tær bygnaðarbroytingar, sum kunnu fáa javnvág í búskapin, og at menna vinnulívið, svaraði Lars Løkke Rasmussen.

IA hevur eisini fleiri ferðir eftirlýst áhuga hjá donsku stjórnini og donskum pensjónsgrunnum at stovna ein íløgugrunn, sum skal stuðla vinnuverkætlanum í Grønlandi.

Danska stjórnin fús at hjálpa, men...

Eisini hin grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond úr Siumut, spurdi, hvørja støðu forsætisráðharrin hevur til vinnuverkætlanir í Grønlandi.

Lars Løkke Rasmussen svaraði, at danska stjórnin er fús at hjálpa, men danska stjórnin fer ikki at leggja vakstrarætlanir fyri Grønland. Tað er tað sama sum at býta um leiklut, segði forsætisráðharrin.

Sostatt noyðist grønlendska landsstýrið sjálvt at venda sær til donsku sjórnina um at vera við í einum íleggingargrunni og øðrum vinnufremjandi verkætlanum.

- Enn er eingin formlig áheitan komin úr Grønlandi, segði Lars Løkke Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098