Rentan í USA hækkar

Rentan í USA hækkar
Amerikanski tjóðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna 0,25 prosentstig. Hetta er fyrsta rentuhækkin í USA í níggju ár
Ikki óvæntað hækkar amerikanski tjóðbankin rentuna, tí tað gongur væl í amerikanska búskapinum
 
17.12.2015 - 10:11

Tað er ikki óvæntað, at rentan hækkar, tí tað gongur væl í amerikanska búskapinum. Janet Yellen, tjóðbankastjóri, metir, at fíggjarkreppan í USA er av.

Tí ber til at hækka rentuna eitt vet, uttan at tað steðgar framgongdini í búskapinum. Roknað verður ikki við, at rentuhækkingin fer at fáa stórvegis ávirkan á fíggjarmarknaðirnar.

Fíggjarkreppan hevði við sær stóra afturgongd í amerikanska búskapinum, og tí varð leiðandi rentan lækkað munandi.

Samstundis keypti tjóðbankin stórar nøgdir av virðisbrøvum. Eisini í Evropa er rentan lág, men eygleiðarar vænta ikki, at hon hækkar í bræði, hóast USA hevur hækkað sína rentu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327