Ósamd um føðideildina

Ósamd um føðideildina
Serkunnleikin á Landssjúkrahúsinum og serkunnleikin á Suðuroyar sjúkrahúsi eru ikki samd um, hvussu føðideildin á Tvøroyri skal skipast í framtíðini
Serkunnleikin á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru ikki samd um, hvussu føðideildin á sjúkrahúsinum í Suðuroy skal skipast
 
15.01.2016 - 10:45

Verða allar føðingar fluttar av Suðuroyar Sjúkrahúsi til Landssjúkrahúsið 1. januar í ár til dømis, merkir hetta, at umleið 30 føðingar koma á Landssjúrkahúsið aftrat.

Fyri Landssjúkrahúsið merkir hetta eykaútreiðslu svarandi til eitt ársverk. Yvirflytingin kann skipast soleiðis, at kvinnurnar verða fluttar til Havnar, tá tær eru í viku 38, tað vil siga 14 dagar innan ásettan føðidato.

SÍ EISINI Landslæknin skal nú gera sína meting

Tað stendur í svari, sum Krigvarpið hevur fingið innlit í, til fyrispurningar um arbeiðssetning um at flyta føðingar av Suðuroyar Sjúkrahúsi til Landssjúkrahúsið. Suðuroyar Sjúkrahús mælir til, at bjóðað verður heimaføðslar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Landssjúkrahúsið vil í tí samandi gera vart við, at serkunnleikin á Landssjúkrhúsinum mælir til, at allar føðingar í Suðuroy verða fluttar til Landssjúrkahúsið, og at í akuttum støðum er Suðuroyar Sjúkrahús til taks sum kirurgiskt føðistað.

Landssjúkrahúsið mælir tí til, at skulu heimaføðingar verða partur av tilboðnum til barnakonur í Suðuroy, má greinast nærri, hvussu heimaføðing á Suðuroyar Sjúrkahúsi skulu ganga fyri seg, og at Landslæknin skal góðkenna slíka skipan.

SÍ EISINI Landsstýrismaðurin stongir føðideildina við árslok

Suðuroyar Sjúkrahús mælir til, at barnakonur verða útskrivaðar av Landssjúkrahúsinum til at taka barsilstíðarskeiðið, sum vanliga er umleið tríggir dagar, á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og at ljósmøðurnar kunnu innganga í røktina hesar dagar.

Serkunnleikin á Landssjúkrahúsinum mælir frá at yvirflyta barnakonurnar eftir keisaraskurð til barsil á Suðuroyar sjúkrahúsi, um barsilstíðin skal samsvara við vegleiðingarnar frá danska Heilsustýrinum.

Mælt verður tí til, at Landslæknin greinar um ráðiligt er, at skipan við føðingum heima skal setast í verk á Suðuroyar Sjúrkahúsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096