Dómari: Putin góðkendi drápið

Dómari: Putin góðkendi drápið
Russiski forsetin, Vladimit Putin, góðkendi eftir øllum at døma, at fyrrverandi KGB-agenturin, Alexander Litvinenko, skuldi drepast í London í 2006
 
21.01.2016 - 14:37

Litvinenko varð eitraður við geislavirkna evninum polonium. Hann varð kendur fyri at finnast hvassliga at stýrinum í Kreml. Robert Owen, dómari, hevur skrivað frágreiðing um málið

Owen er sannførdur um, at so mikið av polonium-210 varð latið í teið, sum Alexander Litvinenko drakk á einum gistingarhúsi í London í 2006, at hann doyði av tí.

Greinin heldur fram niðanfyri

Robert Owen skrivar eisini í frágreiðingini, at Putin og Litvinenko vóru fíggindar, og tí høvdu Putin og stjórn hansara motiv fyri at drepa Litvinenko.

Dómarin nevnir, at tveir KGB-agentar, Andrej Lugovoj og Dimitrij Kojtun, eitraðu Litvinenko. Stjórnin í Kreml hevur víst aftur, at hon hevði nakað við málið at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375