Stórt mál um barnaporno í rættin

Stórt mál um barnaporno í rættin
Nú kemur Føroya størsta mál um barnapornografiskt tilfar fyri í Føroya rætti. Ein maður er ákærdur fyri at hava túsundtals filmar og myndir
Størsta málið í Føroyum um barnapornografiskt tilfar kemur fyri í Føroya rætti hósdagin í næstu viku
 
26.01.2016 - 09:43

Størsta málið í Føroyum um barnapornografiskt tilfar kemur nú fyri í Føroya rætti. Málið kemur fyri í Føroya rætti hósdagin 4. februar.

Ein eldri føroyskur maður er ákærdur fyri at hava barnaporno á telduni og fyri at breiða út barnapornografiskt tilfar til onnur fólk eisini.

Sambært upprunaligu skuldsetingini móti manninum, hevði maðurin 6.400 barnapornografiskar myndir og 14.500 filmar í varðveitslu.

Maðurin var eisini skuldsettur fyri at hava deilt 400 myndir og 2.500 filmar víðari til onnur. Tað var ein kanning hjá løgregluni í Danmark, ið leiddi til mannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541