Kanna hví bilurin fór á rull

Kanna hví bilurin fór á rull
Ein 57 ára gomul kvinna doyði í gjár, tá ein bilur fór á rull úr einari innkoyring við eini sethús við Velbastaðvegin. Akstovan skal nú kanna bilin
Ferðsluvanlukkan í Havn seinnapartin í gjár hendi, tá ein bilur fór á rull úr einari innkoyring við eini sethús við Velbastaðvegin
Mynd: kortal.fo  
 
27.01.2016 - 10:40

Ferðsluvanlukkan í Havn seinnapartin í gjár hendi, tá ein bilur fór á rull úr einari innkoyring við eini sethús við Velbastaðvegin, stutt oman fyri Heygsvegin.

Kvinnan, sum átti bilin, hevur helst roynt at steðga honum og var innan fyri hurðina vinstrumegin. Hon kleimdist av bilhurðini, tá bilurin tók í garðin við innkoyringina.

Akstovan skal kanna bilin

Bilurin rullaði út á Velbastaðvegin, har ein bilur, sum kom niðaneftir, ella vestureftir, rendi á bilhurðina.

Kvinnan, sum var 57 ára gomul, fór á Landssjúkrahúsið. Har varð staðfest ein tíma seinni, at hon var deyð. Líksýn verður, upplýsir politiið.

Bilurin verður kannaður á Akstovuni fyri at vita, um til ber at finna orsøkina til, at hann fór á rull.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329