Rættarmál um barnaporno útsett

Rættarmál um barnaporno útsett
Rættarmálið móti einum manni, ið er ákærdur í einum umfatandi máli um barnapornografiskt tilfar, er útsett í ein mánað
Føroya rættur skuldi viðgera eitt mál, har ein maður er ákærdur fyri hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, og at breiða út tilfarið, hósdagin í næstu viku. Nú er málið útsett
 
29.01.2016 - 12:21

Rættarmálið móti einum 63 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava barnaporno á telduni og harðdiskum, og fyri at breiða út barnaporno til onnur, er útsett til annan mars.

Orsøkin er forfall í Føroya rætti. At tað verður útsett í ein mánað kemst av, at pláss er ikki á rættarlistanum fyri hesum máli fyrr enn í mars, verður sagt á Dómaraskrivstovuni.

SÍ EISINI Ákærdur fyri at eiga grovt barnaporno

Sambært ákæruritinum hevur maðurin havt 6.485 barnapornografiskar myndir og 14.554 barnapornografisk filmsbrot í varðveitslu.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava latið fleiri hundrað myndir og nakrar túsund filmar víðari til onnur. Hann hevur ikki framleitt tilfar sjálvur.

Ákærin, Linda Hesselberg, sigur, at hon fer at krevja fongulsrevsing, men enn er ikki uppgjørt, hvussu stranga revsing ákæruvaldið fer at krevja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018