Veljarar í Iowa avgerandi atkvøðuna

Veljarar í Iowa avgerandi atkvøðuna
Í dag kunnu veljarar í amerikanska statinum Iowa avgera, hvør skal fáa møguleikan at gerast valevni á forsetavalinum í USA í heyst
"Tað er hennara tíð" hevur ein veljari skrivað á eitt pappír á veljarafundi í Iowa. Veljarin sipar til Hilary Clinton, valevni hjá demokratunum. Tað verða júst veljararnir í Iowa, ið avgera, hvør skal fáa møguleikan at gerast valevni á forsetavalinum
Mynd: AP  
 
01.02.2016 - 17:43

Republikanarin, Donald Trump, og demokraturin, Hillary Clinton, liggja á odda í veljarakanningunum, men tað er ikki vist, tá valhølini lata aftur.

Eygleiðarar vísa á, at 44 ára gamli Marco Rubio kann fara at standa seg væl betri enn kanningarnar hava víst. Hann umboðar tann siðbundna partin í republikanska flokkinum.

45 ára gamli Ted Cruz hoyrir til Tea party-veingin í republikanska flokkinum. Hann er ímóti, at samkynd kunnu ganga í hjúnalag, og hann er eisini ímóti fríari fosturtøku.

Vil ógilda heilsuskipan

Ted Cruz ætlar at ógilda heilustrygdarskipanina, sum Barack Obama, forseti, setti í verk. Ein kanning, tíðindastovan Bloomberg hevur gjørt, vísir, at 28 prosent fara at atkvøða fyri Donald Trump.

Ted Cruz, senatorur í Texas, fær 23 prosent, og Marco Rubio, senatorur í Florida, fær sambært kanningini 15 prosent. Hjá demokratunum stendur valið millum Hillary Clinton og Bernie Sanders.

Hjá demokratunum er eisini spenningur, tí Hillary Clinton fær sambært veljarakanningunum 45 prosent, men Bernie Sanders er í hølunum á henni við 42 prosentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792