Nýggj ES-avtala kunngjørd í dag

Nýggj ES-avtala kunngjørd í dag
Bretland og ES samráðast í hesum døgnum um nýggjar treytir fyri bretska ES-limaskapin. Uppskot um nýggja avtalu verður kunngjørt í dag
ES-forsetin, Donald Tusk, og bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hava seinastu dagarnar samráðst um nýggjar treytir fyri bretska ES-limaskapin
Mynd: AP  
 
02.02.2016 - 11:43

Nú siga bretskar keldur, sum BBC hevur tosað við, at millum nýggju treytirnar hjá Bretlandi verður møguleikin at forða fyri, at ES-lógir og reglugerðir av sær sjálvum koma í gildi í Bretlandi.

Nógvir bretar eru misnøgdir við ES og ávirkan tess á bretska samfelagið. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur lovað, at bretska fólkið sleppur á fólkaatkvøðu um ES-limaskap næsta summar.

SÍ EISINI Cameron loyvir ráðharrum at atkvøða »nei«

Áðrenn ætlar Cameron sær at tryggja Bretlandi ein nýggjan sáttmála við ES, so sleppast kann undan, at Bretland limar seg heilt úr samveldinum, um so verður, at bretska fólkið akvøðir ímóti ES-limaskapi.

ES-forsetin, Donald Tusk, fer seinni í dag at kunngera eitt uppskot um nýggja avtalu millum ES og Bretland.

Sambært keldum hjá BBC fer at standa í uppskotinum, at ein meiriluti av ES-limalondunum skal taka undir við tí fyri at tað skal verða galdandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV