- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretlandi fær eina neyðbremsu

Bretland og ES samráðast í hesum døgum um nýggjar treytir fyri ES-limaskapin hjá Bretlandi, ið bretar hava verið misnøgdir við.
Sambært keldum hjá BBC verður ein av nýggju treytunum, at Bretland fær eina neyðbremsu, ið skal forða fyri, at ES-lógir og reglugerðir av sær sjálvum koma í gildi í Bretlandi.
SÍ EISINI Nýggj ES-avtala kunngjørd í dag
Bretar hava leingi verið misnøgdir við ES, tí teir halda seg fáa ov burturúr samveldinum, og at ov nógvar ES-lógir og reglugerðir eru galdandi í Bretlandi.
Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur tí lovað, at spurningurin um bretskan ES-limaskap skal til fólkaatkvøðu í summar.
Í nýggja sáttmálanum, sum bretska fólkið skal atkvøða um í summar, hevur bretska stjórnin eisini fingið lovað, at treytirnar um almannahjálp hjá tilflytarum úr ES-londum til Bretlands verða herdar.
Royna at sannføra øll ES-londini
Sum er hava tilflytarar og bretskir ríkisborgarar somu rættindi innan almannaveitingar. Harafturat vil David Cameron hava skjalfest, at Bretland skal sleppa undan at veita lán til kreppurakt ES-lond í framtíðini.
ES-toppfundur verður hildin 18. februar. Tá ætlar bretska stjórnin at sannføra hini ES-limalondini um at taka undir við nýggju krøvunum hjá Bretlandi.
Fleiri ES-limalond hava víst ónøgd við nýggju bretsku krøvini. ES-forsetin, Donald Tusk, hevur sagt, at minst 55 prosent av ES-limalondum skulu taka undir við einum nýggjum sáttmála við Bretland, skal hann koma í gildi.






















