Talið á deyðum veksur eftir tokvanlukku

Talið á deyðum veksur eftir tokvanlukku
Tvey tok eru stoytt saman í landsynningspartinum av Týsklandi. Minst átta fólk eru deyð, og fleiri onnur eru løstað
Í minsta lagi átta fólk eru deyð eftir, at tvey tok stoyttu saman í Týsklandi í morgun. Bjargingararbeiðið er torført, tí tyrlur sleppa ikki til økið við høgum trøum
Mynd: AP  
 
09.02.2016 - 11:05

Átta fólk eru deyð, 50 fólk eru illa skadd, 100 onnur fólk eru løstað, boðar løgreglan í Rosenheim frá á Twitter.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tokvanlukkan hendi millum München og Rosenheim, umleið 10 kilometrar sunnan fyri München klokkan 6:48 lokala tíð í morgun.

Annað tokið fór av sporinum eftir, at tey bæði tokini stoyttu frontalt saman, siga keldur á staðnum sambært týskum fjølmiðlum.

Ringt at koma til vanlukkustaðið

Trøini, har tokini rendu saman í morgun, eru høg. Tí sleppa bjargingarfólk ikki til økið við bjargingartyrlum.

Myndugleikarnir á staðnum útiloka ikki, at talið á deyðum kann vera størri, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært BR24.de

Bjargingarfólk úr øllum landspartinum, har vanlukkan hendi, hjálpa til. Eisini Reyði krossur ætlar at senda bjargingarfólk á staðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216