Elsti føroyingurin deyður

Elsti føroyingurin deyður
Elsti føroyingurin, Theodor Thomassen í Sørvági, doyði mikukvøldið, 107 ára gamal
Elsti føroyingurin, Theodor Thomassen í Sørvági, er deyður, 107 ára gamal
 
10.03.2016 - 08:35

Theodor Thomassen í Sørvági, ið var tann elsti føroyingurin, er deyður. Theodor Thomassen fylti 107 ár 28. oktober í fjør, tá hann bleiv 107 ár.

Hann hevði handil í Sørvági og róði út einsamallur, til hann var gott 95 ára gamal. Í 1930 giftist Theodor Thomassen Nenceu Hansen, ið eisini var ættað úr Sørvági.

SÍ EISINI Føroya elsti: Í dag fyllir hann 107 ár

Tey bæði bygdu sær hús og saman fingu tey 10 børn. Hann gjørdist einkjumaður í 1987. Í januar í ár fór heilsan at bila, og Theodor Thomasen sovnaði stillisliga burtur mikukvøldið.

Við børnum og barnabørnum vóru eftirkomararnir hjá Theodori Thomassen 142 í tali, tá hann í oktober í fjør fylti 107 ár.

 

Hvíl í friði

Posted by Kringvarp Føroya on 10. mars 2016

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846