Valevnini býttu statirnar millum sín

Valevnini býttu statirnar millum sín
Bernie Sanders vann tveir statir og Hillary Clinton ein. Hjá republikanarunum vunnu Ted Cruz og Donald Trump hvør sín stat
 
23.03.2016 - 08:56

Fleiri undanval í stríðnum um at gerast amerikanska forsetavalevni vóru í nátt.

Hillary Clinton og Donald Trump vunnu greitt valið hjá ávíkavist demokratunum og republikanarunum í Arizona. 

Báðir sigrarnir eru týdningarmiklir og hjálpa báðum valevnunum at halda fast í oddasessinum í stríðnum at gerast floksvalevni.

Sanders og Cruz vunnu eisini

Demokraturin Bernie Sanders hevur tó onga orsøk at leggja skarvin yvir. Hann vann greitt í Utah og í Idaho.

Eisini republikanarin Ted Cruz hevur orsøk til at fegnast. Hann fekk meir enn helvtina av atkvøðunum hjá republikanarunum í Utah í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762