Krevja at forsætisráðharrin fer frá

Krevja at forsætisráðharrin fer frá
Fleiri enn 20.000 íslendingar savnaðust mánadagin við Altingið í Reykjavík. Tey krevja, at forsætisráðharrin leggur frá sær
Túsundtals íslendingar mótmæltu við Altingið mánadagin. Tey halda, at íslendski forsætisráðharrin, ið hevur fjalt pengar fyri skattamyndugleikunum, leggur frá sær
Mynd: RUV  
 
05.04.2016 - 09:47

Meira enn 20.000 fólk savnaðust seint í gjár á torginum við Altingshúsið í Reykjavík. Tey kravdu, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, leggur fra sær.

Fólkini mótmæltu eftir at skjøl er likin, sum vísa, at familja hansara helst hevur stórar peningaupphæddir fjaldar í skattaskjóli. Hetta hevur Sigmundur Davíð tó víst aftur fleiri ferðir, og so seint sum í gjár.

- Eg havi ongar ætlarnir um at leggja frá mær orsaka av hesum, sigur Sigmundur Davíð Gunnlaugsson við íslendsku Støð2. Men fólkini uttanfyri Altingið eru ikki samd.

SÍ EISINI - Eg leggi ikki frá mær

- Eg eri komin fyri at hjálpa Sigmundi at leggja frá sær. Eg haldi, at hann hevur snýtt fólkið og veljararnar, og tí eri eg her, sigur Petur Jóhannesson, sum býr í Reykjavík, við íslendska Morgunblaðið.

Hildið verður, at umleið 22.000 fólk mótmæltu á torginum mánadagin. 330.000 fólk búgva í Íslandi og av teimum bara 120.000 í Reykjavík.

Meðan trýstið frá fólkinum ikki enn hevur fingið Sigmund Davíð Gunnlaugsson at skriva út nýval, kann hann tó kortini verða noyddur til tað.

Hava reist misálit

Andstøðan í Altinginum hevur sett fram misálit móti forsætisráðharranum eftir avdúkingarnar í Panama-skjølunum, tey rópa.

- Forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær í stundini, skrivaði fyrrverandi forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, á Facebook mánadagin.

Størsti flokkur í meiningarkanningum í Íslandi í løtuni, Piratflokkurin, hevur mist álitið á Sigmundur Davíð, skrivar NTB-tíðindastovan.

SÍ EISINI Dult skattaskjól fyri íslendingum

Málið um ríkidømi í skattaskjóli, sum hann og og kona hansara eiga, er viðkvæmt í Íslandi, sum um nakar merkti avleiðingarnar av fíggjarkreppuni í 2008 og árini eftir.

Tá vóru túsundtals íslendingar í gøtunum og mótmæltu móti bankum og politikarum, sum við vandamiklum handilsháttum høvdu drigið Ísland niður í dýkið.

Bankakreppan feldi høgrasinnaðu stjórnina. Sambært løgregluni vóru mánakvøldið fleiri fólk í gøtunum í høvuðsstaðnum enn í 2009, tá trýstið fekk stjórnina at leggja frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035