Frakland havnar fríhandilsavtalu

Frakland havnar fríhandilsavtalu
Frakland tekur í løtuni ikki undir við fríhandilsavtaluni, sum USA og ES samráðast um, boðar franski forsetin, François Hollande, frá
Frakland tekur ikki undir við fríhandilsavtaluni, sum USA og ES samráðast um. Tað boðar franski forsetin, Hollande, frá
 
05.05.2016 - 09:54

- Vit fara ongantíð at víkja frá okkara grundleggjandi virðum, sigur Franski forsetin, François Hollande. Fríhandilsavtalan nevnist TTIP.

Nakað frammanundan boðaði franski samráðingarleiðarin, Matthias Fekl frá, at samráðingarnar kanska fóru at detta niðurfyri, tí USA var hvørki til at høgga ella stinga í í sínum krøvum til avtaluna.

Fronsku boðini eru tekin um, at Europa er í iva um avtaluna, tí hon setir til síðis skipanir sum hava við umhvørvið at gera, og eisini heilsuna hjá brúkarunum.

USA leggur trýst á ES

Stóru altjóða feløgini mestsum sleppa at gera sum tey vilja, um avtalan verður samtykt. Mánadagin almannakunngjørdi umhvørvisfelagskapurin, Greenpeace, loynilig skjøl frá samráðingunum sum eingin fær innlit í.

Týskir miðlar sum fingu skjølini, boðaðu frá, at USA hevur lagt trýst á ES, fyri at strika reglur sum skulu verja umhvørvið og heilsuna hjá fólki.

Handilsráðharrin í ES, Cecilia Malmstrøm, boðaði stutt eftir frá, at tað er ógrundað at tvíhalda um, at reglurnar í ES ikki verða hildnar, tí tað skulu tær, segði hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744