Svenskir miðlar: Sviar fáa nýggja stjórn

Svenskir miðlar: Sviar fáa nýggja stjórn
Svenski forsætisráðharrin fer eftir ætlan at almannakunngera eina nýggja stjórn, eftir at tveir ráðharrar hava lagt frá sær seinastu dagarnar
Sviar fáa nýggja stjórn, skriva svenskir miðlar. Skrivstovan hjá forsætisráðharranum vil kortini ikki vátta, at broytingarnar í stjórnini verða gjørdar í dag
 
25.05.2016 - 09:34

Svenskir miðlar skriva, at forsætisráðharrin í Svøríki, Stefan Löfven, nýtir høvið til at gera stórar broytingar í stjórnini, nú nýggir ráðharrar skulu veljast.

Ráðharrarnir, ið hava lagt frá sær, eru báðir úr Umhvørvisflokkinum. Mehmet Kaplan, sum hevur verið bústaðarráðharri, mátti leggja frá sær, eftir at hann varð avdúkaður fyri at hava verið á fundi við høgravíðgongda turkiska felagskapin, Gráu Úlvarnir.

Hevur boðað frá broytingum í stjórnini

Åsa Romson, veðurlags- og umhvørvisráðharri mátti leggja frá sær, tí hvørki veljararnir ella hennara egni flokkur siga seg hava álit á henni. Hon hevur eisini fingið trupulleikar av ymsum, sum hon hevur sagt, síðan hon tók við sum ráðharri í 2014.

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, hevur boðað frá, at nú nýggir ráðharrar skulu veljast, fer hann at gera ymsar aðrar broytingar í stjórnini.

Skrivstovan hjá forsætisráðharranum vil kortini ikki vátta, at broytingarnar verða framdar í dag. Tað verður, tá forsætisráðharrin er til reiðar at boða frá tí, verður sagt av skrivstovuni hjá Stefan Löfven.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558