Sýriskur samráðingarleiðari leggur frá sær

Sýriskur samráðingarleiðari leggur frá sær
Ein ætlan um at tryggja sýrialendingum, sum halda til í uppreistrarøkjum, hjálp, er miseydnað. Tí leggur friðarsamráðingarleiðarin nú frá sær
Mohammed Alloush leggur frá sær, tí ein ætlan um at tryggja sýrialendingum, sum halda til í uppreistrarøkjum, hjálp, er miseydnað
 
30.05.2016 - 10:53

Samráðingarleiðarin hjá størsta andstøðubólkinum í Sýria, Mohammed Alloush, leggur frá sær, tí ein ætlan um at tryggja sýrialendingum, sum halda til í uppreistrarøkjum, hjálp, er miseydnað.

ST tók eisini undir við ætlanini. Mohammed Alloush sigur, at tað hevur ikki eydnast at fáa fleiri túsund fangar latnar leysar, ella at tvinga sýrisku valdsharrarnar til eina politiska skiftisskipan.

Óvist hvussu verður við friðarsamráðingum

Andstøðan í Sýria hevur sett sum treyt fyri einari avtalu um politisku viðurskiftini í framtíðini, at Bashar al-Assad, forseti, leggur frá sær.

Verður hetta kravið ikki eftirlíkað, er nyttuleyst at halda fram við friðarsamráðingunum, sigur Alloush, sum hevur lagt frá sær sum samráðingarleiðari og leiðari fyri andstøðuna, ið hevur samráðst í Geneve.

Tað er ikki greitt, nær friðarsamráðingarnar verða tiknar uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558