Saknað kvinna funnin deyð

Saknað kvinna funnin deyð
75 ára gamla kvinnan, sum leitað hevur verið eftir á Støðlafjalli síðani í gjárkvøldið, er funnin deyð. Hon er helst gliðin, sigur løgreglan
Mynd: Loftmynd: Google Earth  
 
14.06.2016 - 08:58

Um átta tíðina í morgun fann tyrlan kvinnuna einar 150 metrar í brekkuni oman av Støðlafjalli, Úti í Teigum. Lækni staðfesti seinni, at kvinnan var deyð.

- Kvinnan er nokk gliðin oman brekkuna, tað er nokk so bratt har, og hon hevur onkrar smávegis løstir, segði John Kruse, vaktsjefur á politistøðini í Havn, við útvarpið.

Stórt leitingararbeiði

Kvinnan fór niðan á Støðlafjall seinnapartin mánadagin, men tá kvinnan ikki var komin aftur um níggju tíðina mánakvøldið, varð ringt til politiið.

Síðani fóru staðkend bjargingarfólk, fjallabjargarar, sjálvboðin, tyrla og hundur at leita. Kvinnan var kend á Støðlafjalli, tí hon hevur ofta gingið har.

Avvarðandi hjá kvinnuni eru kunnað, upplýsir løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329