Virðið á pundinum fellur framvegis

Virðið á pundinum fellur framvegis
Óvissan um, hvat fer at henda eftir, at bretar hava valt at fara úr ES, fær aftur í morgun bretska pundið at lækka á partabrævamarknaðunum í Asia
Virðið á bretska pundinum fellur annan dagin á rað eftir, at bretar í síðstu viku á fólkaatkvøðu atkvøddu fyri at fara úr ES
 
27.06.2016 - 11:44

Pundið lækkaði í morgun til tað minsta mótvegis amerikanska dollaranum í 30 ár, samstundis sum íleggjarar selja síni partabrøv bíliga í Asia.

Fríggjadagin fall pundið niður í 1,32 dollarar, og tað er tað lægsta síðani í 1985. Pundið fellur aftur í dag og er nú komið niður á 1,33 dollarar, skrivar DR. -

Fólk skilja ikki rættiliga, hvat fer at henda, nú Bretland fer úr ES, og eingin tykist vita, hvat avleiðingin verður, sigur Steven Barrow í felagnum Standard Bang Group.

SÍ EISINI Búskaparfrøðingur: Eingin veit, hvat fer at henda

Í staðin fyri at goyma pundini, seta íleggjar pengar í gull og japanska gjaldoyrað, yennin.

Partabrøv tykjast heldur ikki vera nóg trygg, og tí fellur virðið á marknaðunum í Hongkong, Sydney og Seoul.

Íleggjarar hava eisini selt evrur og australsk pund í morgun, men í staðin keypt yen, tí virðið á honum tykist at hækka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786