Tvey fólk dripin undir tarvarenning

Tvey fólk dripin undir tarvarenning
Fyri fyrstu ferð síðani 1985 hevur ein professionellur tarvafiktari latið lív í árligu tarvarenningini, sum er í Spania í hesum døgum
Ein professionellur tarvafiktari og ein áskoðari hava um vikuskiftið latið lív í árligu tarvarenningini í Spania. Hetta er fyrstu ferð síðani 1985, at ein professionellur tarvafiktari verður dripin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
10.07.2016 - 08:47

Fyri fyrstu ferð í 31 ár er ein tarvafiktari dripin undir tarvarenningini Spania, har vanliga nógv fólk savnast til tarvarenningina, sum er á hvørjum ári.

Tað hendi seinnapartin leygardagin, tá ein professionellur tarvafiktari misti lívið eftir at ein tarvur stangaði mannin í bringuna í býnum Teruel, eystarlaga í Spania.

Ein annar 28 ára gamal maður misti eisini lívið leygarnáttina, tá tarvar runnu gjøgnum gøturnar í landsbygdini Pedreguer í landsynningspartinum, tætt við Alicante.

Umframt teir báðar menninar, sum eru deyðir undir tarvarenningini um vikuskiftið, hava 12 onnur fólk eisini fingið skaða, skriva útlendskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744