Brexit ávirkar búskapin í Italia

Brexit ávirkar búskapin í Italia
Avgerðin hjá bretska fólkinum um at fara burturúr ES ávirkar nú vónirnar, sum altjóða gjaldoyragrunnurin hevur fyri gongdini í italska búskapinum
Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, er sum heild ikki serliga bjartskygdur um italska búskapin
 
12.07.2016 - 08:51

Sambært IMF, altjóða gjaldoyragrunninum, verður búskaparvøksturin í Italia bara stívliga eitt prosent í ár, og størri vøkstur er heldur ikki væntandi næsta ár.

Italski búskapurin er hin triðstørsti í ES. IMF hevur áður væntað ein búskaparvøkstur í Italia, sum liggur millum 1,1 prosent í ár og 1,25 prosent næsta ár.

Men úrslitið á bretsku ES-fólkaatkvøðuni herfyri hevur økt um sveiggini á fíggjarmarknaðunum og gjørt italska búskapin meira sárbaran, sambært IMF.

Ringar vónir fyri italska búskapin

Altjóða gjaldoyragrunnurin er sum heild ikki serliga bjartskygdur um italska búskapin. Sambært IMF verður tað ikki fyrr enn í 2025, at italski búskapurin verður líka sterkur, sum áðrenn fíggjarkreppuna í 2008.

Hóast nýskipanir eru framdar í Italia, og stjórnin eitt nú hevur veitt bankunum munandi hjálp, so eru italsku bankarnir framvegis illa fyri.

Italskir bankar hava 360 milliardir evrur, 2678 milliardir krónur, útistandandi í sonevndum "vánaligum lánum." Í meðal er kursurin á partabrøvunum í italsku bankunum fallin meira enn 50 prosent higartil í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659