Undantaksstøðan í Fraklandi helst longd

Undantaksstøðan í Fraklandi helst longd
Undantaksstøðan, ið gevur løgregluni í Fraklandi víðar heimildir, verður væntandi longd í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini hóskvøldið
Undantaksstøðan í Fraklandi, ið er longd tríggjar ferðir, verður helst longd enn eina ferð eftir yvirgangsatsóknina í Nice hóskvøldið, tá 84 fólk vórðu dripin
Mynd: AP  
 
19.07.2016 - 10:13

Frakland fer í dag væntandi at leingja undantaksstøðuna. Hon varð sett í verk eftir yvirgangsálopið í París 13. november í fjør, og er longd tríggjar ferðir.

Franska tjóðartingið fer helst at samtykkja at leingja undantaksstøðuna til fyrst í 2017, sigur kelda í franska tjóðartinginum við tíðindastovuna AFP.

Undantaksstøðan gevur fronsku løgregluni víðar heimildir, eitt nú at gera húsarannsóknir uttan loyvi frá rættinum.

Amnesty: Brot á mannarættindi

Løgreglan kann eisini áleggja fólki, sum hildið verður eru hóttan fyri trygdina, um at møta upp á politistøðini dagliga, tá undantaksstøða er í landinum.

Men ikki øll taka undir við undantaksstøðuni í landinum. Sambært Amnesty International er hon brot á mannarættindi, og hon diskriminerar muslimar.

So seint sum hósdagin, nakrar tímar undan álopinum í Nice, tá 84 fólk lótu lív, boðaði franski forsetin, Francois Hollande frá, at hann hevði ætlanir um at taka av undantaksstøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744