Siga ikki ES farvæl í ár

Siga ikki ES farvæl í ár
Bretlandi tørvar longri skotbrá til at fyrireika framtíðina. Tað verður tískil ikki í 2015, at bretar fara úr ES
Hóast bretar í juni atkvøddu ja fyri, at landið fer úr ES, verður tað ikki í hesum árinum, at landið fer at boða frá, at landið tekur seg úr ES. Bretlandi tørvar longri skotbrái til at fyrireika framtíðina
 
21.07.2016 - 10:43

Tað verður ikki í hesum árinum, at Bretland fer at boða ES frá, at landið fer at taka seg úr ES. Bretlandi tørvar longri skotbrái til at fyrireika framtíðina.

Tað gjørdi nýggi bretski forsætisráðharrin, Theresa May, greitt, tá hon á síni fyrstu uttanlandsferð mikudagin hitti týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel.

Tvey ár til at samráðast um framtíðina

Angela Merkel legði dent á, at hon helst sær, at bretar sum skjótast taka avgerðina um at fara úr ES, men legði aftrat, at tað skal gerast við skili.

Eftir at Bretland hevur boðað frá, at grein 50 í Lissabonsáttmálanum fer at virka, hava Bretland og ES tvey ár til at samráðast um framtíðina.

Tá skal Bretland úr ES. Roknað verður við, at spurningurin um, at fólk flyta ímillum londini, verður ein tørførur spurningur at loysa.

Skuldu taka formansskápin um eitt ár

Angela Merkel hevur gjørt greitt, at bretar ikki fáa atgongd til innmarknaðin í ES, um landið samstundis tvíheldur um, at landið sjálvt skal gera av, hvørji fólk úr øðrum ES-londum kunnu koma til Bretlands.

Theresa May gjørdi greitt, at Bretland fer úr ES, tí tað vil fólkið. Hon segði samstundis, at av tí sama tekur Bretland ikki við formansskapinum seinna hálvar í 2017, sum landið átti at gjørt.

Í staðin verður tað Estland, sum fær formansskapin seinna hálvár í 2017. Í dag fer Theresa May til Fraklands at hitta franska forsetan. Umframt Brexit verður eisini yvirgangurin seinastu tíðina á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244