USA og Russland samráðast um vápnahvíld í Sýria

USA og Russland samráðast um vápnahvíld í Sýria
Semja er um fortreytirnar fyri vápnahvíld, men enn eru nøkur mál eru eftir at loysa, sigur amerikanski uttanrikisráðharrin John Kerry.
John Kerry, amerikanskur uttanríkisráðharri
 
27.08.2016 - 16:27

Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry sigur, at hann og russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov eru samdir um tað, ið skal til fyri at fáa í lag vápnahvíld í Sýria, men nøkur mál eru eftir at loysa.

Uttanríkisráðharrarnir eru á fundi í Geneve, har teir enn einaferð royna at fáa í lag eina vápnahvíld í staðin fyri hana, ið varð brotin fyri nøkrum mánaðum síðani.

Eftir fund í slakar tíggju tímar segði John Kerry, at flestu tøkniligu spurningarnir eru fingnir upp á pláss, og at serfrøðingar fóru at verða verandi í Geneve komandi dagarnar fyri at gera tað, ið eftir er.

Politiskar samráðingar er einasta loysn

John Kerry legði dent á, at einasta loysnin at fáa enda á stríðnum í Sýria eru politiskar samráðingar.

- Vit vilja hava, at nakað verður gjørt, sum er til frama fyri fólkið í Sýria, og sum ger hendan partin av heiminum tryggari. Tað er hetta, ið fær okkum til samráðingarborðið í Geneve, at ein politisk loysn er neyðug, segði John Kerry.

Men spurningurin er, um nøkur politisk loysn er at hóma. Við hjálp úr Russlandi hevur sýriski forsetin styrkt hernaðarligu støðu sína munandi. Tí máttu uppreistrarlið í gjár taka seg aftur úr býarpartinum Darayya í høvuðsstaðnum Damaskus, sum stjórnarherurin hevur havt kringsettan í fýra ár, og við russiskari hjálp eru sýrar eisini farnir í hernað ímóti kurdum. USA styðjar kurdarnar, tí báðir partar vilja hava Bashar al-Assad, forseta, at sleppa valdinum og fara frá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847