Týskland væntar 300.000 flóttafólk

Týskland væntar 300.000 flóttafólk
Um árslok eru 300.000 flóttafólk komin til Týsklands, halda týsku myndugleikarnir. Fólk eru misnøgd við politikkin hjá Merkel
300.000 flóttafólk koma til Týsklands í ár, halda myndugleikarnir. Koma fleiri, kann tað gerast trupult sigur stjórin á týsku útlendingastovuni
 
28.08.2016 - 16:07

- Koma fleiri flóttafólk í ár, koma vit í neyð, sigur stjórin fyri útlendingastovuni í Týsklandi í samrøðu við týska blaðið Bild am Sonntag í dag.

Týsku myndugleikarnir og útlendingastovan eru ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólkunum, fer talið upp um 300.000 í ár, sigur hann við blaðið.

SÍ EISINI Merkel bakkar ikki í flóttafólkapolitikkinum

- Hendir tað, eru vit undir trýsti, og tað kann elva til eina kreppu fyri landið, sigur Frank-Jürgen Weise, stjóri í útlendingastovuni, sambært týska blaðnum.

Fólk í Týsklandi eru misnøgd við rikna flóttafólkapolitikkin hjá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, skrivar BBC á netinum.

Taka ikki undir við Merkel

Meira enn annarhvør týskari tekur ikki undir við førda politikkinum hjá Merkel, vísir ein nýggj meiningakanning, sum varð kunngjørd herfyri.

Tað kom eisini til sjóndar leygardagin, tá fólk mótmæltu í týska høvuðsstaðnum við kravi um, at marknaeftirlitið í landinum skal herðast. Higartil í ár hava 390.000 fólk søkt um friðskjól í Týsklandi.

Enn er ikki greitt, hvussu nógv av teimum fólkunum komu til landið í 2015. Meira enn ein millión migrantar úr Miðeystri, Afghanistan og Afrika komu í fjør til Týsklands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744