Góðtaka ikki skattaavgerð

Góðtaka ikki skattaavgerð
Írska stjórnin fer at kæra avgerðina hjá ES-nevndini at døma Apple at rinda næstan 100 milliardir krónur í skatti í Írlandi
 
04.09.2016 - 17:32

Stjórnin í Írlandi tók avgerðina á fundi fríggjadagin. Eitt uppskot um at kæra verður lagt fyri tjóðartingið mikudagin, upplýsa myndugleikarnir.

ES tók avgerðina tí mett verður, at Apple bert hevur goldið smávegis upphæddir í skatti í Írlandi, hóast felagið hevur tjent fleiri hundrað milliardir krónur av virkseminum í Evropa.

Partafelagsskatturin í Írlandi er 12,5 prosent, men sambært ES hevur Apple goldið nógv minni enn tað í skatti. Fyritøkan skal tí gjalda 97 milliardir krónur í revsiskatti.

SÍ EISINI Apple fær risa skattarokning

Góðtekur írska stjórnin at taka ímóti pengunum frá Apple, so viðgongur hon samstundis at hava givið stóra altjóða felagnum sersømdir, og tað verður mett sum kappingaravlagandi.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, sigur seg stúra fyri, at tað verða amerikansku skattgjaldararnir, ið mugu rinda fyri bótina, sum Apple hevur fingið frá ES.

Talsmaðurin fyri Hvítu Húsini, Josh Earnest, sigur, at Apple kann draga bótina frá pengunum, sum fyritøkan skyldar amerikanska statinum.

Finnast at ES

Barack Obama, forseti, sigur, at tað er ikki rættvíst mótvegis amerikansku skattgjaldarunum. Hann heitir á ES um at samstarva um skattareglur, ið skulu vera galdandi kring allan heimin.

ES-nevndin er komin eftir, at Apple hevur rindað so lítlan skatt í Írlandi, at talan er um almennan stuðul.

Amerikanska fíggjarmálaráðið hevur funnist hvassliga at ES fyri at hava álagt Apple at rinda næstan 100 milliardir krónur í revsiskatti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502