Grundlógaravhoyring um harðskapsmál

Grundlógaravhoyring um harðskapsmál
Klokkan 10 byrjaði grundlógaravhoyring í Føroya rætti um eitt harðskapsmál í Havn um vikuskiftið
 
07.09.2016 - 10:44

Nú klokkan 10 er grundalógaravhoyring í Føroya Rætti. Ein 44 ára gamal maður er handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál sunnukvøldið í Havn.

44 ára gamli maðurin skal vera lopin á ein 50 ára gamlan mann. Teir báðir búgva í sama húsi, har teir leiga hvør sítt kamar.

Maðurin er fyrr dømdur fyri harðskap, og hevði treytaðan dóm til í 2017, eftir at hann hevði siti part av dóminum og varð royndarleyslatin.

Tað merkir, at um maðurin fremur slíkt lógarbrot aftur í royndarleyslatingini, verður tað, sum eftir er av royndartíðini, effektivt. Tí skal maðurin í rættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329