ES-avtala um flóttafólk miseydnað

ES-avtala um flóttafólk miseydnað
Grikkaland og Italia skuldu hýsa 160.000 flóttafólkum. Enn eru bara trý prosent komin til hini ES-londini
Avtalan, sum ES-londini gjørdu um at býta flóttafólk í Grikkalandi og Turkalandi ímillum sín, hevur als ikki virkað eftir ætlan
 
07.09.2016 - 16:02

Avtalan, sum ES-londini gjørdu um at býta flóttafólk í Grikkalandi og Turkalandi ímillum sín, hevur als ikki virkað eftir ætlan.

Ætlanin var, at londini skuldu hýsa 160.000 fólkum, men enn eru bara trý prosent komin til hini ES-londini. Talan er um færri enn 5.000 fólk.

SÍ EISINI Revsa lond ið siga »nei« til flóttafólk

Ein avtala varð gjørd við Grikkaland, at hini londini skuldu senda fólk til Grikkalands at hjálpa til, men heldur ikki tann avtalan hevur hildið.

Ein orsøk er, at fleiri ES-lond ikki vilja kennast við avtaluna. Eitt nú royna myndugleikarnir í Ungarn at arbeiða ímóti avtaluni, tí har verður fólkaatkvøða um avtaluna um flóttafólkini.

Avmarkað, hvat ES kann gera

ES fær ikki gjørt stórvegis við gongdina, tí vilja londini ikki taka ímóti flóttafólkum, so gera tey ikki tað. ES kann bert gera eina nýggja samtykt, sum áleggur londunum bót, um tey ikki gera eftir samtyktini, men eitt slíkt uppskot fær neyvan undirtøku.

Millum 100 og 200 flóttafólk koma úr Turkalandi til griksku oyggjarnar um dagin. Grikkaland hýsir í løtuni 60.000 flóttafólkum. Myndugleikarnir í landinum ótolnast, tí einki hendir fyri at hjálpa teimum.

Samstundis hevur týska stjórnin hótt við at senda nógv flóttafólk aftur til Grikkalands, ið eru komin til Týsklands, og tað fer at gera støðuna uppaftur truplari. Yvir ein millión flóttafólk komu til Evropa í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871