Lurtaði ikki eftir læknanum

Lurtaði ikki eftir læknanum
Demokratiska forsetavalevnið í USA, Hillary Clinton, fylgdi ikki ráðunum frá læknanum um at binda frið í nakrar dagar, tí hon hevði lungnabruna
Eg fari at kunngera, hvussu heilsan er, um nakrar dagar, sigur Hillary Clinton við CNN eftir at hon fór stetlandi fór í ein bil sunnudagin
Mynd: Twitter  
 
13.09.2016 - 10:38

Myndirnar av stetlandi Clinton, tá hon fer í ein bil sunnudagin, hava vakt ans um allan heim, og tíðindi ganga um, at hon er álvarsliga sjúk.

Mánakvøldið segði Hillary Clinton í eini telefonsamrøðu við sjónvarpsstøðina CNN, at hon fylgdi ikki klóku ráðunum frá læknanum, sum hon tók til, um at binda frið.

SÍ EISINI Sí upptøkuna: Kann fáa avleiðingar fyri Clinton

Men nú fer Hillary Clinton aftur at ferðast kring landið upp undir forsetavalið í USA, sum verður tann 8. november.

- Eg livi betur, men eg havi havt nógv um at vera seinastu dagarnar. Eg fari at kunngera, hvussu heilsan er, um nakrar dagar, segði Clinton við CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114