Fleiri hitamet í Grønlandi

Fleiri hitamet í Grønlandi
Tað er heitt sum sjáldan áður í Grønlandi. Nógvi hitin í landinum higartil í ár fer at ávirka veðrið restina av árinum
2016 verður tað heitasta árið í Grønlandi í nógv ár, staðfesta veðurmátingar í Grønlandi sambært donsku veðurstovuni, DMI
 
13.09.2016 - 15:06

2016 hevur higartil verið metheitt í Grønlandi. Tað vísa mátingar, sum danska veðurstovan, DMI, hevur gjørt fyrstu átta mánaðirnar, skrivar jp.dk

Miðalhitin í Tasiilaq í landsynningsgrønlandi var í summar 8,2 stig. Tað er eisini tað heitasta, ið er mátað síðani mátingarnar byrjaðu í 1895.

Hitamet vórðu sett í seks av teimum 14 støðunum, har hitin verður mátaður, í vár. Í Upernavik var miðalhitin í apríl 8,2 stig hægri enn vanligt.

Ávirkan restina av árinum

Meðan grønlendingar kunnu fegnast um nógva hitan í summar, fer tað at koma teimum aftur um brekkur, sigur ein granskari sambært blaðnum.

- Ein av avleiðingunum verður, at tað kunnu koma ógvusligir stormar tá jøklarnir bráðna, sigur Jason Box, professari á granskingarstovninum GEUS í Danmark.

Nógvu hitametini í Grønlandi higartil í ár eru enn eitt prógv um, at tað javnt og samt verður heitari í Arktis, sigur professarin sambært tíðindastovuni Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744