Innlagdur eftir innbrot

Innlagdur eftir innbrot
Maðurin, sum í morgun varð handtikin í sambandi við innbrot á Apotekinum í Havn, er innlagdur á sjúkrahús, ávirkaður av heilivági
Ein maður í 50-unum, sum í varð handtikin í morgun eftir innbrot á Apotekinum í Havn er innlagdur, tí hann var sera ávirkaður av heilivági
 
22.09.2016 - 15:58

Maðurin var sera ávirkaður av heilivági, sum hann, eftir øllum at døma hevði stolið á Apotekinum, og hevði etið.

Tað var tíðliga í morgun, at fólk, sum komu til arbeiðis á Apotekinum í Havn varnaðust, at onkur var í kjallaranum, sum ikki skuldi vera har.

Rýmdi við bussleiðini

Maðurin var komin inn gjøgnum vindeyga í kjallaranum, sum hann hevði brotið. Men innbrotsmaður slapp sær á dyrð, tá hann varnaðist at starvsfólk vóru í bygnginum.

Hann smeyg sær upp í bussleiðina, sum júst steðgaði uttanfyri Apotekið. Starvsfólk sóu mannin, tá hann rýmdi, og hann var stutt eftir handtikin.

Maðurin, miðskeiðis í 50-unum, er gamal kenningur hjá løgregluni, og hann verður avhoyrdur, tá hann er komin fyri seg aftur, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493