Corbyn afturvaldur

Corbyn afturvaldur
Jeremy Corbyn endurvann fyrrapartin formansvalið í bretska Labourflokkinum
 
24.09.2016 - 14:08

Hann fekk 62 prosent av atkvøðunum, og avbjóðarin, Owen Smith, fekk 38 prosent.

Jeremy Corbyn hevur sitið sum formaður í eitt gott ár, men hevur elvt til split og misnøgd hjá fleiri í flokkinum líka síðan hann tók við í september í fjør.

Ósannforandi um ES-fólkaatkvøðuna

Millum annað er hann lagdur undir ikki at hava tikið nóg heilhugaður undir við teimum, sum vóru ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES undan fólkaatkvøðuni í summar.

Nógvir Labour-veljarar valdu Brexit, men alment var flokkurin ímóti at fara úr ES.

Ein flokkur í kreppu

Labour syndraðist eftir at Konservativi flokkurin vann parlamentsvalið í mai í fjør. Táverandi formaðurin, Ed Miliband, legði frá sær eftir tapið, og stríð tók seg upp um, hvør skuldi taka við.

Í september í fjør varð umstríddi Jeremy Corbyn valdur til formann.

Síðan hava fleiri stríðst um formanssessin og roynt at koppað Corbyn. Men nú hevur hann so tryggjað sær formanssætið í eina tíð afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233