Landasorg í eitt ár

Landasorg í eitt ár
Øll alment sett starvsfólk í Tailandi skulu næsta árið ganga í svørtum klæðum eftir at kongurin í landinum síðstu 70 árini er deyður
Tailendingar sita á gongubreytini uttanfyri Siriraj-sjúkrahúsið í Bangkok í vónini um at síggja bilin, ið skal koyra deyða kongin á sjúkrahúsið. Nú er landasorg lýst í landinum í eitt ár
Mynd: AP  
 
14.10.2016 - 10:16

Teilendska fólkið syrgir Bhumibol-kong, sum doyði hósdagin, 88 ára gamal. Og tað sæst aftur ymsastaðni í Tailandi, skriva útlendskir fjølmiðlar.

Seinast er komið fram, at allar teilendskar sjónvarpsstøðir skulu vísa sama sjónvarpssignal - ein svart-hvítan dokumetar um deyða kongin vístur.

Greinin heldur fram niðanfyri

Eisini útlendsku sjónvarpsrásirnar, BBC, CNN og Al Jazeera vísa svart-hvíta filmin um deyða kongin í landinum.

Sambært AFP, hevur teilendski herurin, sum hevur valdið í landinum, givið øllum sjónvarpsrásum, eisini satelittrásum, boð um at vísa filmin.

- Allar sjónvarpsrásir skulu næstu 30 dagarnar vísa saman sjónvarpssignal, sigur talsmaðurin fyri herin sambært AFP-tíðindastovuni.

Ongar veitslur haldast

Almenn landasorg er lýst í landinum í eitt ár, frá í dag at rokna. Harumframt skulu øll almenn starvsfólk ganga í svørtum næsta árið, segði forsætisráðharrin í landinum.

Samstundis mælir hann til, at ongar veitslur verða hildnar í landinum í ein mánað. Allir almennir bygningar skulu flagga í hálvari stong næstu 30 dagarnar, skrivar Reuters. 

Ferðafólk, sum koma til landið, hava eisini fingið boð um at vísa virðing. Bhumibol hevur verið kongur í Tailandi í 70 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864