Ungmannafelag á fundi í Íslandi

Ungmannafelag á fundi í Íslandi
Reykjavík er hetta vikuskifti karmur um fyrsta fundin hjá ungmannadeild útnorðurráðsins
 
15.10.2016 - 10:11


Tað er Norrøna ungmannafelag í Føroyum, sum hevur tikið stig til at gera eitt útnorðurráð fyri ung í samstarvið Ungmennadeild Norræna Félagsins í Íslandi. 
Fundurin ella ráðstevnan byrjaði í gjár og heldur fram í dag og í morgin. 

Við á fundinum úr Føroyum eru Aksel Berg fyri Ung fyri Miðflokkin, Eyðstein Zachariassen fyri  Ungt Sjálvstýri, Tráin Nónklett  fyri Unga Tjóðveldið og Tummas Larsen fyri HUXA, ið er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum. 

Menna forum

Ætlanin er at menna eitt forum fyri ung í útnorði, sum hevur fokus á, hvussu londini í útnorði kunnu gera økið eitt betri stað fyri ung at  búgva í. 

Øll lond í útnorði hava avbjóðingar við fólkafráflyting og tá er mest sum altíð talan um ung fólk, sum flyta. 

Fyrsti fundurin er hetta vikuskifti, og eftir ætlan skulu ungmannafeløgini semjast um nøkur tilmæli, sum síðani verða løgd fyri Útnorðurráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678